Ólavsøkan er altíð ein uppliving

Pauli í Sandagerði fer at stjórna ólavsøkukórinum í ár. Pauli í Sandagerið hevur búð nógv ár í Danmark, hann fegnast um at hann hóast hetta, ikki er gloymdur, men hevur fingið hesa serligu uppgávu

Pauli í Sandagerði er tónaskald, og kórleiðari, hann hevur millum annað stovnað kórið Cantabile. 

Pauli í Sandagerði er búsitandi í Danmark, hann hevur tí ikki sama møguleika at vera virkin í tónleikaumhvørvinum í Føroyum, men hann fegnast um at tónleikur hansara verður framførdur í Føroyum. 

– Tá tú gevur tónleik út, er hann til øll at brúka, og til alla lukku brúka fólk tónleikin hjá mær. Tað er keðiligt at eg ikki fái fylgt betur við, tí tónleikurin í Føroyum hevur nógv hægri støði í dag, enn tá eg var ungur. 

 

##med2##

Ólavsøkukórið er eitt stórt kór. Pauli í Sandagerði veit ikki júst, hvussu nógvir sangarar verða við í ár, í fjør vóru umleið 300 sangarar. Tað hevur bæði fyrimunir og vansar at kórið er stórt, nógv ljóð fáast burturúr, sangarar koma úr ymiskum kórum og eru uppald ymiskt. Tá framført verður á Tinghúsvøllinum er ringt at hoyra sangararnar í hinum endanum. 

Hetta verður triðju ferð, at Pauli í Sandagerði stjórnar ólavsøkukórinum. Kórið syngur, tá skrúðgongan við tingfólki, landsstýrisfólki og embætisfólki fer úr Dómkirkjuni niðan í Løgtingið. 

– Sama hvussu gamal tú ert, er ólavsøkan altíð ein uppliving. Hetta er ein stuttlig og sjarmerandi løta, sum er full av søgu.

Kórið hevur fáar venjingar, og tí vónar kórleiðarin, at sangararnir gera sítt heimaarbeiði. Hann hevur gjørt fílar við venjingunum, soleiðis at til ber at venja alt tilfarið heima. 

– Vit hava ikki nógva tíð, tí noyðist vit at pressa tað saman, men føroyingar duga og eru vanir at syngja. 

 

##med3##

Pauli í Sandagerði kemur til Føroya eina viku áðrenn ólavsøku, Benjamin Gaasedal tekur sær av fyrstu venjingini. Benjamin Gaasedal er sangari og kórleiðari, og teir hava samstarvað nógv. 

 

Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum kann lesast her