Her eru útbúgvingarnar við hægsta miðaltali

Konservatoriumútbúgvingar og sniðgevaraútbúgvingar hava hægstu upptøkukvotientirnar í Danmark í 2025 við 11,5.

Upptøkuprosentið til ljósmøðraútbúgvingarnar á Københavns Professionshøjskole hækkar í ár. Útbúgvingarnar eru sostatt nummar trý og fýra á listanum yvir upptøkutøl. (Arkivmynd). - Mynd: Filip Davali/Ritzau Scanpix

Í dag fáa 59.957 fólk at vita, at tey hava fingið bjóðað pláss á hægri útbúgving á donskum lærustovnum. Eisini føroyingar.

 

Summar útbúgvingar eru meira eftirspurdar enn aðrar.

 

Um ikki nóg nógv lestrarpláss eru, fáa tey, sum hava hægsta karaktermiðaltal frá miðnámsskúlaprógvinum, bjóðað pláss.

 

Lægsta karaktermiðaltalið, sum ger, at tú fært pláss í útbúgvingini, eitur upptøkukvotienturin.

 

Tað verður brúkt av nógvum sum vegleiðing til, hvussu høgt karaktermiðaltal tú skalt hava fyri at sleppa inn á tína yndisútbúgving.

 

Her kanst tú lesa, hvørjar 13 útbúgvingar hava hægstu upptøkukvotientirnar í 2025:

 

(Víst er í klombrum, hvussu nógv kvotienturin er vaksin ella minkaður síðani í fjør)

 

  1. Konservator, Det Kongelige Akademi: 11,5 (optager kun hvert andet år).
  2. Designer, Designskolen Kolding: 11,5 (+0,2).
  3. Jordemoder, Københavns Professionshøjskole (sommerstart): 11,3 (+0,2).
  4. Jordemoder, Københavns Professionshøjskole (vinterstart): 11,2 (+0,3).
  5. Molekylær Biomedicin, Københavns Universitet: 11,1 (uændret).
  6. International Business, Copenhagen Business School: 11,1 (uændret).
  7. Psykologi, Københavns Universitet: 11,0 (-0,1).
  8. Designer, Det Kongelige Akademi: 11,0 (-0,4).
  9. International Business and Politics, Copenhagen Business School: 10,9 (+0,3)
  10. Psykologi, Aarhus Universitet: 10,9 (+0,2)
  11. Kognitions- og datavidenskab, Københavns Universitet: 10,9 (+0,3)
  12. Kommunikation, Danmarks Medie- og Journalisthøjskole i Aarhus (sommerstart): 10,9 (-0,3)
  13. Kommunikation, Danmarks Medie- og Journalisthøjskole i København (vinterstart): 10,9 (-0,2).

 

Kelda: Dansk Styrelsen for Hægri Uddannelses og Forskning.

 

/Ritzau/

 

Upptøkuprosentið til ljósmøðraútbúgvingarnar á Københavns Professionshøjskole hækkar í ár. Útbúgvingarnar eru sostatt nummar trý og fýra á listanum yvir upptøkutøl. (Arkivmynd). - Mynd: Filip Davali/Ritzau Scanpix