Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskimálum, finst at føroysku lóggávuni, sum hevur givið Golfo Azzurro fríar teymar at lagt hvalastyggjarar á firðum og sundum í Føroyum. Tað er Vágaportalurin, sum ber tíðindini í dag.
- Tað eigur ikki at finna stað, at ein felagsskapur fær gjørt slíkt inni á okkara firðum, so eg eri samdur í, at lóggávan má strammast, sigur Jacob Vestergaard við Vágaportalin.
Heimasíðan hjá She Shepherd váttar í dag, at Golfo Azzurro hevur lagt slíkar hvalastyggjarar í føroysk sjóðøki.
- Skipið er helst komið higar sum stuttleikabátur, og tí hevur tað ikki brotið nakra lóg, men endamálið við ferðini er ikki tað sama sum hjá øðrum stuttleikabátum, ið koma higar at njóta Føroyar og føroysku náttúru, sigur Jacob Vestergaad við vagaportal.fo.
Landsstýrismaðurin setir eisini spurnartekin við, hvar ein slík lóggávan hoyrir heima. Um tað er eitt innlendismál ella fiskivinnumál.
- Tað er so avgjørt neyðugt at kanna málið neyvari, og so finna onkrar reguleringar, so slíkt ikki kemur fyri, sigur Jacob Vestergaard í viðtalu við Vágaportalin.
Lesið eisini
»Týskur felagsskapur: Vit hava lagt ?killer whales? í Føroyum«