Soleiðis fullu orðini á Vágaportalinum:
»Siti í sama viðfangi og hugsi um okkara løgmann og fíggjarmálaráðharra, ið, sambært søgum, ið ganga manna millum, skylda føroyska samfelagnum ikki so lítið av peningi til mvg orsakað av sínum verandi ella likvideraðu feløgum, og spyrji eisini meg sjálvan, hví leiðslan í Taks ikki ger nakað við ta skuldina???«
Vit bíða spent, um løgmaður og Jørgen Niclasen fara at avsanna tíðindini. Gera teir ikki tað, so er tað helst tí, at skuldsetingarnar eru sannar – men so kunna teir ikki stýra landinum!










