Vágafólk nøgd við broyttu prísirnar

Líkt er til, at brotasjógvarnir ímóti P/F Vágatunnilin eru um at leggja seg, eftir at felagið fríggjadagin kunngjørdi nýggjar og væl bíligari prísir fyri at nýta fasta sambandið undir Vestmannasund. Nú fer tað at bera til hjá vágafólki og øðrum at koyra ígjøgnum fyri 56 krónur hvønn vegin, sum er væl bíligari enn prísirnir við Strandferðsluni um sundið. Tó er ynski framvegis um bíligari prísir fyri tey, sum dagliga skulu nýta tunnilin

Eftir mikið rok og nógvar fundir í góðar tvær vikur gjørdi P/F Vágatunnilin fríggjadagin av at broyta prísirnar fyri at nýta undirsjóvartunnilin, longu áðrenn tunnilin verður tikin í nýtslu, týsdagin í næstu viku.
Við nýggju og broyttu prísunum verður tað væl bíligari at koyra undir Vestmannasund, enn tað í dag kostar at sigla um sundið. Leiðslan fyri P/F Vágatunnilin segði í tíðindaskrivi fríggjadagin, at felagið hevur fylgt við í umrøðuni av nýtslugjaldinum í fjølmiðlunum, og hevur eisini havt samband við einstaklingar, flutningsfyritøkur, tinglimir, politiskar flokkar og kommunalpolitikarar í Vágum. Og m.a. við støði í hesum hevur P/F Vágatunnilin gjørt av at endurskoða prísirnar, ið felagið kunngjørdi 14.november. Nú verður mett, at 400 bilar í meðal fara at nýta tunnilin um samdøgrið, og harumframt verður ein royndaravsláttur uppá 15 prosent latin, í fyrstu syftu fram til 31.marts. Eisini sigur felagið seg hava endurskoðað rakstaratølini og er komið til ta niðurstøðu, at við at leggja raksturin saman við tí hjá P/F Norðoyatunnlinum ber til at lækka rakstarrkostnaðin av Vágatunnlinum úr 20 milliónum niður í 18,5 milliónir krónur um árið.
Tá tunnilin letur upp 10.desember, fer ein túrur við persónbili at kosta 188 krónur aftur og fram, ella 94 krónur hvønn vegin. Við fimmtúra korti fer tað at kosta 75 krónur hvønn vegin, meðan kostnaðurin verður 56 krónur, um tú hevur 20-túra kort.
Eisini stóru bilarnir sleppa væl bíligari enn upprunaliga ætlað, og tað kemur serliga væl við hjá vinnulívinum í Vágum.

Nøgdir tingmenn
Vágatingmenninir Jóanis Nielsen og Marjus Dam eru sum heild væl nøgdir við endurskoðaðu prísirnar. Báðir føra teir fram, at ynski hjá vágafólki var at fáa eina generella príslækking, ið ger mun, umframt at vinnan mátti sleppa bíligari. Hesi ynski hevur leiðsla og nevnd fyri P/F Vágatunnilin gingið á møti, og í flestu førum verður tað bíligari hjá vágafólki og øðrum at nýta undirsjóvartunnilin enn at nýta verandi ferjusamband. Harumframt má so havast í huga, at nú slepst undan mangan drúgvu bíðitíðini báðu megin sundið, føra tingmenninir fram.
Hóast P/F Vágatunnilin hevur boðað frá, at talan bara er um ein royndaravsláttur uppá 15 prosent, hetta til 31.marts, og at prísurin fer at hækka aftur, vísir tað seg at grundarlag ikki er fyri lága prísinum, so eru tingmenninir sannførdir um, at prísirnir fara at halda, tí ferðslan verður í hvussu so er 400 bilar um samdøgrið.
Hóast teir eru væl nøgdir, so meta bæði Jóanis Nielsen og Marjus Dam at ein serlig skipan eigur at setast í verk fyri pendlarar, tað eru tey, ið dagliga skulu nýta tunnilin fyri at sleppa til og frá arbeiði. Teir kundu hugsað sær einhvørja skipan við einum mánaðarkorti fyri henda bólk, og vísa á, at hóast prísirnir eru lækkaðir, so skulu fólk, ið koyra við egnum bili gjøgnum tunnilin hvønn dag til arbeiðis, framvegis gjalda væl yvir 2000 krónur um mánaðin fyri hetta. Og tað er ov mikið, meta vágatingmenninir.

Broyta ferðastuðulin
Ein annar spurningur, ið Jóanis Nielsen og Marjus Dam ætla sær at viðgera við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, er at broyta ferðaískoytið, ið verður latið til fólk, ið búgva í einum parti av landinum, og arbeiða í øðrum parti. Umframt at landskassin í dag letur ávíst gjald fyri hvønn kilometur, fólk hava til arbeiðis, er frástøðan meira enn 15 kilometrar, so fáa fólk eisini nakrar krónur í stuðli til at gjalda fyri ferðaseðilin við skipunum hjá Strandferðsluni, skulu tey um firðir og sund til arbeiðis.
Men nú vágafólk ikki longur skulu um sundið, men í staðin kunnu koyra undir sundið, halda vágatingmenninir tað vera rímiligt at broyta ferðastuðulin, so fólk, ið til dømis búgva í Vágum og arbeiða í Havn, eisini fáa stuðul fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin.

Marjus leggur uppskot fyri tingið kortini
Seinastu vikurnar hava vágatingmenninir hótt við at leggja uppskot fyri løgtingið, fór prísurin ikki at broytast munandi.
Marjus Dam sigur, at hann framvegis ætlar sær at leggja uppskot fyri tingið, hóast broytta prísin. Marjus Dam førir fram, at framvegis metir, at ov stórur partur av kostnaðinum og rakstrinum skal fíggjast við nýtslugjaldinum, tvs. í størsta mun av vágafólki. Tí fer hann at skjóta upp, at 40 krónur verða lagdar omaná ferðaavgjaldið, tá fólk ferðast uttanlands umvegis flogvøllin. Hetta gjald er í dag 120 krónur. Hann vísir á, at umleið 80.000 fólk ferðast av landinum um árið, og tí hevði ein hækking uppá 40 krónur givið eina inntøku uppá 3,2 milliónir krónur, ið skuldu farið til P/F Vágatunnilin.

Broyting fyri Strandferðsluna
Á Strandferðsluni eru tey í løtuni í holt við at rokna av nýggjum, hvat prísbroytingin hjá P/F Vágatunnilin fer at merkja fyri ferðaseðlakostnaðin við Bygdaleiðir vestur í Vágar. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, væntar, at tey verða klár við nýggjum prísum seinni í vikuni.

------------
FAKTA

Endurskoðaðu prísirnir fyri at nýta Vágatunnilin. Talan er um prísin annan vegin:

1 túr 5-túra kort 20-túra kort
Bilar, styttri enn 6 m 94 kr 75 kr 56 kr
Bilar, 6-12,4 m 459 kr 367 kr 275 kr
Bilar, yvir 12,4 m 689 kr 551 kr 413 kr

Royndaravslátturin upp á 15 prosent er íroknaður prísin. P/F Vágatunnilin hevur boðað frá, at hesin er fyribils galdandi til 31.marts næsta ár.