HONDBÓLTUR
Sunnudagin møtast VÍF og KÍF til dyst í Vestmanna. VÍF er á einum deildum triðja plássi við trimum stigum, men síðsta dyst fingu teir ein rættan frammaná, tá teir blivu hølvaðir av av Neistanum í Vestmanna. Teir ætla sær at venda gongdini sunnudagin.
KÍF hevur havt eitt heldur keðiligt kappingarár, men síðsta vikuskiftið kom gongd á. Tá vunnu teir tryggan sigur á meistarunum, sjálvt um teir vóru aftanfyri við seks málum tíðliga í dystinum. Nú er KÍF komið í gongd, og spennandi verður at síggja, um teir eisini megna at koppa VÍF.
Bæði liðini mugu vera onkrar av profilunum fyriuttan. Hjá VÍF manglar John Zacgariasseb. Hann hevur ein skaða í økslina, og tí verður hann væntandi ikki við sunnudagin. Hinvegin vóru bæði Ingi Olsen og Agnar Joensen partar av liðnum seinast, og hetta kemur sjálvandi væl við hjá VÍF. Hjá KÍF blivu bæði Karl Johan Djurhuss og Petur Martin Poulsen skaddir síðsta dyst, og teir vera ikki við móti VÍF. Óla Kristjan Djurhuus hevur eisini drigist við skaða í vikuni, men hann verður væntandi klárur til dystin.
Regin Joensen hjá VÍF sigur, at teir ætla sær sigurin sunnudagin.
- Vit ætla at reisa okkum eftir tapið síðsta vikuskiftið. Sjálvandi verður dysturin ímóti KÍF ringur, tí teir eru fullir í sjálváliti, men hetta skal ikki steðga okkum.
Vit frætta úr Kollafirði, at teir eisini fara til Vestmanna eftir sigrinum, men teir eru iki so glaðir yvir skaðarnar, sum hava rakt hópin. Men sjálvt um tveir týðandi leikarar mangla, so meta teir seg hava ein møguleika at vinna á VÍF.










