Fjórði sigurin á rað hjá VÍF kom til høldar í dag, tá teir vitjaðu arvafíggindan í Havn.
Fyrstu 40 minuttirnar var talan ikki um serliga intensa uppgerð, og VÍF hevði fult tamarhald á einum sera tomum Kyndils-liði.
Men tá Kyndil valdi at fara út í eina 4-2 verju, har Sámal Joensen og Áki Olsen vórðu hildnir burturi, kom spenningur av álvara í.
Tvær ferðir vann Kyndil seg upp á javnt, men teir megnaðu ikki at taka seinasta fetið. Og so vóru marginalarnir av álvara ímóti teimum, tá Erlendur Johannesen av óvart skumpaði sigursmálið hjá VÍF innum, eftir at skotroyndin frá Áka G. Olsen hevði tikið báðar stólparnar.
Besti málskjúttin hjá Kyndli var Josef Abrahamsen, sum skeyt 8 mál. Sámal Joensen skeyt 13 av málunum hjá VÍF.
Kyndil-VÍF 29-30 (12-15)










