VÍF fær stórskjúttan heim

Áki Egilsnes, sum í summar skifti til danska TMS Ringsted, fer nú aftur at spæla við VÍF.

Áki Egilsnes, sum í summar flutti úr Vestmanna til Danmarkar at spæla við TMS Ringsted í næstbestu deildini, kemur nú heim aftur til Føroya at spæla.


20 ára gamli høgri bakkurin fekk annars rímiligt av spælitíð við liðnum, sum í løtuni liggur nummar trý, men tað er ein skaði, sum hevur darvað honum.


- Av tí at eg havi verið so skaddur í fótinum, so blivu eg og venjararnir hjá TMS Ringsted samdir um, at eg komi til Føroya at venja fótin upp og spæla við VÍF restina av kappingaárinum, sigur Áki.


Áki leggur afturat, at hann enn heldur samband við TMS Ringsted, og, um alt gongur sum ætlað, so fer hann niður aftur at spæla næsta kappingarár.


VÍF er í løtuni nummar tvey í FTZ-deildini, fýra stig aftanfyri oddaliðið H71, og einans tvey stig frammanfyri grannarnar úr KÍF, sum eru nummar trý.