VÍF Dreingir 14A vunnu greipuna

Í gjár vórðu finaludysturin í steypakappingini hjá dreingjum 14A spældir í Hoyvíkshøllini. Dystirnir vóru millum H 71, Kyndil, Tjaldur og VÍF, og endaligu vinnarnir gjørdust Føroyameistararnir úr Vestmanna.

Vestmanna Ítróttarfelag hevur havt eitt sera gott kappingarár í ár. Fleiri lið eru føroyameistarar og entá greipuvinnarar.
Úr Vestmanna meta tey, at talan er um, at miðvísa ungdómsarbeiðið gevur avkast. Sagt verður, at venjarar og hjálparvenjarar eiga rós fyri arbeiðið, ið er gjørt í felagnum í fleiri ár.

Endaliga støðan í steypakappingini gjørdist, at VÍF vann, H 71 varð nr. 2, Tjaldur nr. 3 og Kyndil nr. 4. Hetta gjørdist samstundis endin á einum sera spennandi kappingarári.