Uttanríkisráðið litaði í dag alt Ukraina appelsingult, sum er kotan fyri, at allar ikki-neyðugar ferðir til landið verða frámæltar. Tað sæst á heimasíðuni hjá ráðnum.
Tað er spenta støðan millum Ukraina og Russland, sum er orsøkin til broytingina. Mett verður, at støðan í landinum stabil – men ikki í Eysturukraina og á Krim – men tað kann skjótt broytast.
Allar ferðir til landspartarnar Donetsk, Lugansk og Krim-hálvoyggin hava verið frámæltar leingi, tí har hevur verið vápnað stríð síðani 2014.
Krim er undir russiskum eftirliti í stríð við altjóða rætt, eru boðini á heimasíðuni. Tað hevur síðani russisku hertøkuna verið samanbrestir millum sjóverjuna og ukrainska flotan.
– Um tú fert til Donetsk, Lugansk ella Krim-hálvoynna, hevur sendistovan ógvuliga avmarkaðar møguleikar at hjálpa tær, um tú kemur í neyðstøðu, verður sagt í ferðavegleiðingini. Tað skrivar Ritzau.
Ógreitt er, hvønn týdning tað kann fáa fyri kvinnuhondbóltsliðið hjá H71, sum skal til Ukraina at spæla fjóðringsfinaluna í Evropa Cup 12. februar. Tann dysturin skal spælast ímóti HC Galychanka Lviv, meðan heimadysturin verður á heimavølli átta dagar seinni, sunnudagin 20. februar klokkan 20.00.