Uttanríkisráðið letur 150.000 krónur til Pakistan

Uttanríkisráðið hevur gjørt av at lata 150.000 kr. í neyðhjálp til Pakistan, í sambandi við ræðuligu vatnflóðina, sum hevur rakt landið. ST upplýsir, at meir enn 1.200 fólk hava latið lív og 2 milliónir fólk hava mist hús og heim. 14 milliónir fólk eru rakt av vanlukkuni, sum eisini hevur oyðilagt bæði grøðina, vegir og brýr. Ringast er støðan í útnyðringspartinum av landinum, har ikki er atkomiligt fyri vanligari ferðslu. Neyðugt hevur tí verið at nýta tyrlur frá herinum, til tess at náa teim neyðraktu.

Neyðhjálpin verður latin gjøgnum Reyða Kross í Føroyum, sum er farin at samla inn pening til Pakistan. Reyði Krossur upplýsir, at peningurin frá Uttanríkisráðnum fer til kostnað fyri telt, køksútbúna og útgerð til at fáa reint vatn til vega.

Í Pakistan búgva umleið 170 milliónir fólk.