Uttanríkisráðið keypt tíðindaumrøðu

Tá Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, í dag fer at skriva undir Granskingarsáttmálan í Brüssel, hevur hann tryggjað sær at tað verður dokumenterað. Dimmalætting skrivar í gjár, at Uttanríkisráðið hevur keypt sær umrøðu í Kringvarpinum og rindar fyri ferðaseðlar og uppihald til journalistin hjá Kringvarpinum, Boga Godtfred og ein fotograf, soleiðis at hesir kunnu verða til staðar og skjalfesta meðan Jørgen Niclasen skrivar undir sáttmálan um granskingarsamstarv millum ES og Føroyar.

Høgni í Jákupsstovu, sum er redaktiónsleiðari í sjónvarpinum, heldur ikki at tað gongur út yvir trúvirðið hjá Kringvarpinum, at uttanríkisráðið betalir tíðindadeildini fyri tvey sjónvarpsfólk.

Tað eru tó ikki øll, sum eru samd við honum. Sjúrður Skaale, tingmaður úr Tjóðveldi, reageraði beinanvegin hann sá forsíðuna á Dimmalætting.

Hann hevur í dag sent landsstýriskvinnuni í Mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, ein skrivligan §52A spurning, sum skal svarast innan 10 yrkadagar, har hann spyr um hon heldur hetta er í samsvari við tær ásetingar um óheftan tíðindaflutning, sum standa í hennara uppskoti til public-service sáttmála millum politiska myndugleikan og Kringvarp Føroya.

Hann setir eisini Jørgen Niclasen nakrar spurningar um hetta. Eitt nú spyr hann, um landsstýrismaðurin kann greiða frá orsøkini til, at hetta stig er tikið, um landsstýrismaðurin kann greiða frá, um uttanríkisráðið hevur nakran orðaðan politikk, tá tað snýr seg um at nýta skattapengar til at rinda fjølmiðlafólki, sum skulu lýsa virksemið hjá uttanríkisráðnum.

Eisini spyr Sjúrður Skaale, um landsstýrismaðurin kann greiða frá, um uttanríkisráðið nakrantíð áður hevur rindað fyri fjølmiðlafólk í samband við ferðir ella líknandi, og um svarið til tað er játtandi, um landsstýrismaðurin so kann greiða frá hvørjar fjølmiðlar, og hvørji tiltøk, talan hevur verið um.

Harafturat spyr Sjúrður Skaale landsstýrismannin, um landsstýrismaðurin kann greiða frá, um uttanríkisráðið nakrantíð áður hevur boðið sær til at rindað fyri fjølmiðlafólk í samband við ferðir ella líknandi, og um svarið til tað er játtandi, um hann kann greiða frá hvørjar fjølmiðlar, og hvørji tiltøk, talan hevur verið um.

Hetta er eisini ein paragraf 52 spurningur, sum skal svarast innan 10 yrkadagar.