Á uttanríkispolitiska pallin við proppum í oyrunum

Nýggi uttanríkisráðharrin hjá føroyska heimastýrinum vil ikki fyrihalda seg til mest týðandi uttanríkispolitiska spurningin: ES-limaskap til Føroya

Bert fáar dagar inni í nýggja samgonguskeiðinum hevur uttanríkisráðharrin hjá føroyska heimastýrinum sett sera óheppið út í kortið uttanríkispolitiskt – við bindi fyri eyguni og proppum í oyrunum.

Tað kom fram í útvarpstíðindasendingini hjá Kringvarpinum mánakvøldið 18. februar kl. 18.00. Í sendingini segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, seg ikki kunna gera viðmerkingar til niðurstøðuna frá einum fundi 4. februar 2008 millum ES-nevndarlimin, Leonard Orban, og undirritaða.

Høvuðsniðurstøðurnar frá fundinum vóru hesar:

 

Europasamveldið er møguliga sinnað at finna eina smidliga loysn, um Føroyar vilja nærkast samveldinum.

Vegurin inn í ES sum fullveldisland er drúgvur og trupul

Ongar formligar forðingar eru fyri, at Føroyar kunnu gerast fullveldisland, eftir at Føroyar evt. eru vorðnar limir í ES umvegis ES-limalandið Danmark.

 

Hesar upplýsingar vil uttanríkisráðharrin hjá heimastýrinum ikki fyrihalda seg til.

Í staðin velur hann at sáa iva um samrøðuna millum ES-nevndarlimin og undirritaða. Tað má sigast at vera óseriøs og arrogant framferð í mest týðandi uttanríkispolitiska spurninginum: ES-limaskapur til Føroya.

Kann tað hugsast, at har finst ein smidlig leið fyri Føroyar inn í ES? Er tað møguligt, at sjálvsavgerðarrætturin verður varðveittur, hóast Føroyar vinna sær ES-limaskap umvegis limalandið Danmark?

Hesar spurningar vil landsstýrið ikki fyrihalda seg til. Ongin eftirkanning og ongin grundgeving. Bert proppar í oyrunum og bind fyri eyguni.

Harvið kann eitt sera stórt spurnartekin setast við ES-politikkin hjá samgonguni.

Mítt tilmæli er framvegis, at Føroyar sum skjótast taka upp samrøður við Europasamveldið fyri at kanna møguleikarnar fyri tættari tilknýti til ES og betri atgongd til stóra europeiska marknaðin.

Føroyar hava sum samfelag og vinnutjóð stórliga brúk fyri einum nógv tættari tilknýti til Europasamveldið, enn vit hava í dag. ES er ein góður lykil til altjóða og millumtjóða samstarv, og vit kunnu fáa nógv burturúr t.d. vinnuliga, útbúgvingarliga, granskingarliga og mentunarliga sum heild.

Málið eigur at vera ES-limaskapur við undantøkum, og undirritaði er til reiðar at samstarva við landsstýrið til tess at finna røttu loysnirnar fyri Føroyar.