Uttan úr heimi - Runt um Toto

Bobby Kimball, sum er forsangari í Toto, gav fyri stutt út nýggja fløgu.

Talan er um næstu útgávuna hjá 52 ára gamla Kimball.

Tann fyrr útgávan kom út í 1994, og bar heitið ?Rise Up?.

Á teirri útgávuni hevði Kimball bert týskar tónleikarar aftrat sær, men soleiðis verður ikki aftur. Hesaferð er talan um meira kendar tónleikarar.

Eisini guitarleikarin í Toto, hann eitur Steve Lukather, hevur ætlanir um at geva út fløgu í ár.

Steve Lukather hevur áður givið út tríggjar soloútgávur. Tann fyrsta, ið bara hevði heitið ?Lukather?, kom út í 1989. Í 1994 kom onnur og higartil besta útgávan hjá Steve Lukather. Hon kallaðist ?Candyman?. Seinasta útgáva hansara kom í 1997, tá fløgan ?Luke? kom á marknaðin.

Steve Lukather hevur annars nógv jørn í eldinum í ár, og verður mettur, at fara at verða hin mest brúkti tónleikarin yvirhøvur í nýggja árinum.

Víðagitnum Porcaro beiggjarnir í Toto sleppa eisini uppí part, tá talan er um fótbólt.

Í 1997 áttu Mike og Steve Porcaro ta lagið, sum millum fleiri hundratals onnur var valt til eyðkennislagið, tá Champions Leauge finalan, sum stóð millum Borussia Dortmund og Juventus varð leikt.

Lagið er at finna á eini single útgávu, sum Porcaro beiggjarnir góvu út hetta sama ári. Heitið á fløguni er ?Young at hearts?.

Legendariski trummusláarin, Jeff Porcaro, er eisini við á fløguni, hóast hann í 1992 doyði, bert 38 ára gamal.

Eftirmaðurin hjá Jeff Porcaro sum trummusláari í Toto, onglendingurin Simon Phillips, gav í júst farna ári út fløgu. Hetta er tiðja útgáva hansara. Tann fyrsta kom út í 1995, og hevði heitið ?Symbiosis?. Tann næsta í røðini kom í 1997, og bar heitið ?Another Lifetime?. Tann triðja, sum altso fyri stuttari tíð síðani kom á marknaðin, hevur fingið heitið ?Out of the blue?