USA vil hava Polanski

Amerikonsku myndugleikarnir hava ikki slept ætlanini at fáa fatur á filmsleikstjóranum Roman Polanski, eftir at myndugleikarnir í Sveis hava latið hann leysan. Ein amerikanskur dómstólur hevur hevur gjørt av, at Roman Polanski skal takast, so hann kann sita dómin, sum hann fekk í 1977 fyri at hava neyðtikið eina 13 ára gamla gentu í USA.

Teir seinastu mánaðirnar hevur tann 76 ára gamli leikstjórin verið í Sveis. Amerikanararnir kravdu at fáa hann útflýggjaðan, men sveisisku myndugleikarnir lótu hann leysan í gjár, tí teir søgdu seg ikki hava fingið tey neyðugu skjølini úr USA.

Roman Polanski hevur bústað í Fraklandi, og væntandi fer hann hagar nú. Har kann hann eisini kenna seg tryggan, tí Frakland útflýggjar ikki sínar ríkisborgarar.