Klokkan 13.30 okkara tíð týsdagin fór ein betongbilur í luftina uttan fyri ST-skrivstovuna í irakska høvuðsstaðnum Bagdad. Tann ringasta yvirgangsatsóknin síðani kríggið í Irak var veruleiki.
Í gjár var talið á deyðum komið upp á 24. Millum tey deyðu var ST-umboðsmaðurin í Irak, brasiliumaðurin Sergio Vieira de Mello.
Dustið frá spreingingini hevði vallað lagt seg, tá tað kom fram, at amerikanska herleiðslan longu tann 14. august fekk frænir av, at ein ógvuslig bumbuatsókn var í væntu. Tíðindini komu frá Ahmed Chalabi, sum situr í nýskipaða stjórnarráðnum, og sum vanliga verður roknaður sum ein tann trúgvasti stuðulin, sum USA hevur í Irak.
Chalabi hevur greitt fronsku tíðindastovuni AFP frá, at álítandi fregnartænastuupplýsingar vildu vera við, at ein stórálop var á veg, og at tað fór ikki at verða vent ímóti einum hernaðarligum máli, men heldur onkrum av teimum iraksku flokkunum ella onkrum øðrum so sum ST.
? Upplýsingarnar søgdu, at álopsmenninir ætlaðu at nýta ein lastbil, og at tað skuldi fremjast við sjálvmorðsbumbumonnum ella fjarstýring, sigur Ahmed Chalabi við AFP. Um amerikanararnir kunnaðu ST um upplýsingarnar, dugir hann ikki at siga, men tað gjørdu teir neyvan, tí Kofi Annan, aðalskrivari, hevur aftan á atsóknina fýlst á, at amerikanararnir hava ikki nóg gott tamarhald á støðuni í Irak.
Atfinningar í USA
Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av atsóknini á ST-skrivstovuna, men amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, segði fyrrakvøldið, at USA hevur illgruna um, at felagsskapurin Ansar al-Islam skipaði fyri atsóknini. Sami felagsskapur er undir illgruna fyri at hava skipað fyri atsóknini at jordansku sendistovuni í Bagdad fyri fjúrtan døgum síðani. Tá doyðu 17 fólk.
Í USA verður eisini funnist at vantandi trygdini í Irak. Flestu atfinnararnir siga, at við at leypa á Irak hevur Bush-stjórnin rokkið júst tí øvugta av tí, sum ætlanin var. Irak er vorðið eitt paradís hjá yvirgangsmonnum og víðgongdum muslimum.
? Bumbuatsóknin at ST-skrivstovuni er enn ein tekin um, at USA hevur tikið eitt land, sum ikki var nøkur yvirgangshóttan, men sum nú er vorðið tað, stóð at lesa í New York Times í gjár.
Felags vígvøllur
Fleiri yvirgangsserfrøðingar siga, at kríggið í Irak hevur givið teimum víðgongdu muslimsku felagsskapunum eitt kærkomið høvi at nýta Irak sum ein vígvøll í bardaganum ímóti felags fíggindanum USA. Amerikanska herleiðslan í Bagdad sigur, at nógvir víðgongdir muslimar eru komnir til Irak í seinastuni. Teir flestu eru komnir ígjøgnum Sýrialand, men í gjár ljóðaði, at einir 3.000 sokallaðir »heilagir krígsmenn« eru komnir til Irak úr Saudiarabia.
Samstundis hevur tað víst seg, at mótstøðan í Irak er broytt. Fyrr vóru álopini vend ímóti amerikonskum hermonnum, men soleiðis er ikki longur. Nú verða oljuleiðingar, vatnleiðingar og elkervið álopin, og alt bendir á, at talan er um væl skipað álop. Hetta fær serfrøðingarnar at halda, at tað eru væl skipaðir yvirgangsfelagsskapir, sum nú eru komnir til Irak.
Mál teirra er at forða fyri, at tað skal eydnast amerikanarunum og øðrum at skipa Irak sum eitt demokrati eftir vesturlendskum leisti. Í hesum er ST ein týðandi liður, og tí varð skrivstovan í Bagdad álopin, siga serfrøðingarnir.