USA útflýggjar 95 ára gamlan nazivaktarmann

Ein týskari, sum hevur búð í USA í 62 ár, skal avhoyrast í Týsklandi um fortíð sína sum vaktarmaður í ein konsentratiónslegu.

Ein 95 ára gamal maður, ið sum heilt ungur var vaktur í eini konsentratiónslegu hjá týskarunum undir øðrum heimsbardagar, er í dag útflýggjaður til Týsklands úr USA.

Maðurin verður kannaður í Týsklandi fyri viðvirkan til dráp.

Maðurin kom til flogvøllin í Frankurt um borð á einum sjúkraflutningsflogfari. Her var hann latin løgregluni í statinum Hessen.

Í fyrstru syftu skal tann 95 ára gamli maðurin avhoyrast av ákærum í býnum Celle. Tað er enn ógreitt, um rættarmál verður reist ímóti honum.

Amerikanskir myndugleikar hava upplýst, at maðurin yvir fyri teimum hevur viðgingið, at hann var á varðhaldi fyri fangum í eini legu í Neuengamme í norðrar parti av Týsklandi undir krígnum.

Tann 95 ára gamli maðurin hevur búð í statinum Tennessee í USA síðani 1959.

Í november í fjør gav amerikanski kærudómstólurin boð um at maðurin skuldi útflýggjast Týsklandi. Harvið var ein avgerð hjá øðrum dómstóli frá februar í 2020 staðfest.

Hann hevur verið ein »aktivur luttakari í einum av døkkastu pørtum í søgu mannaættarinnar«, segði umboð fyri amerikonsku immigratiónsmyndugleikarnar einaferð.

USA bjóðar ikki »krígsbrotsmonnum« verju, legði umboðsmaðurin afturat.

Í avgerðini fyri einum ári síðani skrivaði amerikanski dómstólurin, at danir, jødar, pólendingar, hollendingar, frankar, russarar og politiskir fangar vórðu afturhildnir í Neuengamme.

Á vetri í 1945 vóru teir interneraðir undir »ræðuligum viðurskiftum«. Teir vóru tvungnir til at arbieða »til teir smullu um ella doyðu«.

Umleið 70 fangar dohyðu undir »ómenniskjansligum viðurskiftum« í leguni, segði amerikanski dómstólurin.

Ákærumyndugleikin í Celle tók yvir málið í september í fjør. Í december boðaði hann frá, at tað kundi verða trupult at lyfta próvbyrðuna í málinum, sjálvt um tann 95 ára gamli hevði viðgingið.

Kanningin »hevur ikki knýtt mann til eitt ítøkiligt mál um dráp«, verður sagt. Men tað kann broytast, u,m hann er fúsur at geva eina frágreiðing.

/ritzau/dpa