Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch rópar aftur varskó, og enn einaferð snýr tað seg um Afghanistan.
Felagsskapurin sigur í einari nýggjari frágreiðing, at teir sonevndu krígsharrarnir, sum hjálptu amerikanarunum at koyra stýrið hjá Taliban frá, gera seg inn á afghanska sivilfólkið. Human Rights Watch sigur, at hermenn hjá krígsharrunum burturflyta menn og krevja loysigjald fyri at lata teir leysar, kvinnur og ungar gentur verða neyðtiknar, og hermenninir krevja pengar frá handilsmonnum og øðrum aftur fyri at verja teir.
Mannarættindafelagsskapurin krevur tí, at amerikanska stjórnin skal steðga øllum stuðuli til krígsharrarnar, sum framvegis fáa amerikanskan stuðul aftur fyri hjálpina í krígnum við Taliban-stýrið.
Human Rights Watch vil eisini vera við, at afghanska løgreglan stendur lítið aftan fyri krígsharrarnar. Felagsskapurin vil vera við, at løgreglumenn gera seg eisini inn á sivilfólkið, og at teir halda seg heldur ikki aftur, tá tað snýr seg um at neyðtaka kvinnur.
Mannarættindafelagsskapurin sigur seg hava prógv fyri, at ráðharrar í afghansku stjórnini eru vitandi um yvirgangin, men at teir látast sum einki.










