Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, noyddist at nýta sínar drúgvu royndir frá sínum hermannalívi fyri at fjala misnøgdina og vreiðina, meðan hann sat í ST-trygdarráðnum og lurtaði eftir teimum báðum frágreiðingunum. Tí tað var týðiligt, at innihaldið hóvaði honum ikki.
Generalurin, sum gjørdist diplomatur og síðani uttanríkisráðharri, var uttan iva komin á fundin í teirri ivaleysu vón, at tað fór at eydnast honum at sannføra hini 14 umboðini um, at nú var nóg mikið tosað, og at neyðugt var at nýta ta hermegi, sum amerikanarar og bretar hava savnað við Persaflógvan.
Ístaðin noyddist amerikanska sendinevndin at leggja oyruni til tvær frágreiðingar, sum lótu næstan allan iva koma Irak til góðar. Fleiri lond, sum frammanundan vóru sinnað at stuðla USA og Bretland, broyttu kós, samstundis sum mótstøðulondini við Fraklandi á odda kendu seg styrkt til at halda fram við sínum sjónarmiðum.
Í fyrsta umfari segði Colin Powell, at hann skuldi tosa við forsetan um støðuna, og at amerikanska stjórnin eisini fór at ráðføra seg við aðrar stjórnir. Eygleiðarar í New York søgdu alt fyri eitt, at hetta var eitt tekin um, at amerikanska stjórnin var vorðin í iva um, hvat hon skuldi gera.
Bíðar neyvan
Undan fundinum í trygdarráðnum seinasta fríggjadag væntaðu Hvítu Húsini, at tað fór at bera til at fáa ein meiriluta í trygdarráðnum at samtykkja, at Irak hevur brotið samtykt nummar 1441. Tað var greitt, at eitt ella fleiri av limalondunum fóru at velja at nýta sýtingarrættin, men kundi USA kortini fáa meiriluta fyri sínum sjónarmiðum, kundi tað metast sum ein sigur og styrkja ætlanina um at leypa á Irak. Aftan á frágreiðingarnar frá vápnaeftirlitsmonnunum halda eygleiðarar tað vera ivasamt, um USA torir at leggja eitt nýtt uppskot fyri trygdarráðið. Skuldi tað hent, at stjórnin legði eitt uppskot fram, og at Frakland, Russland og Kina nýta sýtingarrættin ímóti tí, hevði tað verið ein álvarssamur diplomatiskur ósigur fyri amerikansku stjórnina og ikki minst George W. Bush, forseta, siga eygleiðararnir.
Tað er eisini ógreitt, hvørjar møguleikar amerikanska stjórnin fær, skuldi trygdarráðið valt at tikið undir við franska uppskotinum um, at vápnaeftirlitsmenninir skulu lata trygdarráðnum enn eina frágreiðing tann 14. mars. Tað, sum avmarkar møguleikarnar hjá USA, er, at franski uttanríkisráðharrin hevur gjørt greitt, ætlanin er ikki at lata 14. mars vera nakra seinastu freist hjá irakum. Tvørturímóti hevur hann sagt, at Irak eigur at fáa ein møguleika afturat at ganga krøvunum hjá vápnaeftirlitsmonnunum á møti, og at tann 14. mars eiga eftirlitsmenninir so at gera upp, hvat irakar hava gjørt, og hvat er eftir.
Við øðrum orðum kunnu irakar fáa eina freist afturat. Enn hava amerikanarar ikki sagt sína almennu hugsan um uppskotið hjá Dominique de Villipin, men eygleiðarar halda tað vera ivasamt, um Bush er sinnaður at bíða líka til tann 14. mars. Tað er heldur ikki vist, at forsetin er sinnaður at bíða til tann 1. mars, tá vápnaeftirlitsmenninir skulu lata teimum fimm føstu londunum í trygdarráðnum eina frágreiðing.
Nærri avgerðini
Okkurt var kortini í frágreiðingini hjá Hans Blix, sum amerikanska stjórnin kann fegnast um. Millum annað segði sviin, at arbeiðið hjá vápnaeftirlitsmonnunum kann avgreiðast skjótt, bara irakar vísa tann neyðuga samstarvsviljan. Blix tók eisini undir við amerikanska sjónarmiðinum um, at tað eru ikki vápnaeftirlitsmenninir, sum skulu finna tey ólógligu vápnini, men at tað áliggur iraksku myndugleikunum at at vísa eftirlitsmonnunum, hvar vápnini eru. Eisini vísti Hans Blix á, at irakar hava fleiri rakettir og rakettmotorar, sum eru ólógligir sambært ST-samtyktum, og at bæði rakettirnar og motorarnir skulu fyribeinast. Sýta irakar fyri at ganga hesum kravinum á møti, fer tað at styrkja amerikansku støðuna.
Eygleiðarar eru á einum máli um, at tað ber framvegis til at finna eina diplomatiska loysn á Irak-kreppuni, hóast amerikanarar og bretar hava savnað einar 150.000 hermenn við Persaflógvan. Amerikanska stjórnin hevur gjørt greitt, at tað er ikki neyðugt við einari ST-samtykt afturat fyri at seta eitt hernaðarátak í verk, tí tann heimildin liggur í samtyktini, sum trygdarráðið gjørdi einmælt tann 8. november.
Frágreiðingarnar, sum vápnaeftirlitsmenninir løgdu fyri trygdarráðið seinasta fríggjadag, hava ivaleyst tryggjað eftirlitsmonnunum meiri tíð í Irak, men tær hava samstundis gjørt, at George W. Bush, forseti er nú nærri tí degi, tá tann endaliga avgerðin verður tikin.










