Hakking av doping-umboð og íblanding í amerikanska valstríðið elvir nú til nýggj tiltøk ímóti fleiri russarum.
15 persónar úr hernaðarligu fregnartænastuni hjá Russlandi, GRU, eru millum teirra, sum verða rakt av nýggju amerikansku tiltøkunum.
Fíggjarmálaráðið í Washington upplýsti í dag, at tiltøkini verða sett í verk av illgruna um íblanding í amerikanska forsetavalið í 2016, hakking av Altjóða Anti Doping Umboðnum og annað »óndsinnað virsemi«.
Tiltøkini verða sett í verk sum »svar upp á áhaldandi royndir at seta til síðis aljóða siðvenju«, verður sagt í fráboðan frá Fíggjarmálaráðnum.
Flestu av nøvnunum á starvsfólkunum hjá GRU eru longu á øðrum svørtum listum hjá amerikanska fíggjarmálaráðnum, skrivar AFP tíðindastovan.
Umframt starvsfólk í GRU eru eisini tveir persónar og trý feløg, sum eru sett í samband við sonevndu trøllaverksmiðjurnar í Russlandi, sum miðvíst hava roynt at ávirkað almennu hugsanina í USA.
Samstundis við, at tað verða sett nýggj tiltøk í verk, tekur USA av tiltøkini ímóti trimum virkjum, sum eru knýtt at oligarkinum Oleg Deripaska. Hann er ein av teimum nærmastu hjá Vladimir Putin. Eitt av feløgunum, sum nú ikki longur líður undir tiltøkunum, er Rusal, sum er heimsins næststørsti framleiðari av aluminium.
Tey trý feløgini hava játtað at gera fleiri broytingar, sum millum annað fevna um at minka um ognarpartin hjá ríkmanninum.
Deripaska sjálvur er framvegis raktur av tiltøkunum, sum vórðu sett í verk ímóti honum í auguast.
/ritzau/Reuters









