USA sendir hermenn til Afrika

Rættiliga óvæntað hevur Barack Obama, forseti, gjørt av at senda 100 amerikanskar hermenn til Uganda at hjálpa stjórnarherinum har at berja niður Harrans Mótstøðuher, sum er ein eirindaleysur uppreistrarbólkur.

-Eg havi givið herleiðsluni loyvi til at senda 100 stríðsbúnar hernaðarráðgevar til Miðafrika fyri at hjálpa teimum, sum virka fyri at beina Joseph Kony burtur, skrivar Obama í brævi til Kongressina.

Joseph Kony (myndin) stendur á odda fyri Harrans Mótstøðuheri, sum er skuldsettur fyri grov brot á mannarættindini so sum dráp, neyðtøkur, burturflytingar og fyri at brúka rænd børn sum hermenn. Bólkurin er virkin har norðuri í Uganda og har suðuri í Sudan.

Í brævinum skrivar Obama, at hóast hermenninir eru stríðsbúnir, skulu teir bara virka sum ráðgevar og ikki taka lut í beinleiðis bardøgum við Harrans Mótastøðuher uttan so, at talan er um sjálvverju.