Sambært Hvítu Húsunum í USA finnast upplýsingar um, at Russland hevur biðið Iran um ómannað flogfør og dronur, sum kunnu bera vápn.
Sambært upplýsingunum er talan um fleiri hundrað flogfør og dronur, sum talan er um.
- Russland vil brúka dronurnar í krígnum í Ukraina, sigur trygdarráðgevin hjá USA, Jake Sullivan, við tíðindafólk í dag.
Hann legði aftrat, at ógreiða er um, hvørt Iran longu hevur latið Russlandi ómannað flogfør og dronur.
- USA hevur upplýsingar, sum benda á, at Iran ger seg til reiðar at geva russiska herinum upplæring í at brúka ómannað flogfør longu í hesum mánaðinum, veit tíðindastovan NTB at siga.