Avgerðin hjá George W. Bush, forseta at leypa á Irak uttan stuðul frá ST og nøkrum av teimum týdningarmestu londunum í NATO hevur kostað amerikanska umdøminum uttanlands so nógv hetta seinasta árið, at USA hevur ongantíð havt so lítla undirtøku kring heimin sum nú.
Ein meiningakanning í níggju londum avdúkar, at fólk hava yvirhøvur eina aðra uppfatan av krígnum í Irak, enn amerikanarar hava. Eitt nú eru tað bara amerikanarar, sum halda, at Irak-kríggið hevur havt positivan týdning fyri bardagan ímóti altjóða yvirgangi.
Í hinum átta londunum halda tey flestu, at kríggið hevur gjørt støðuna verri, og kanningin vísir eisini, at summir amerikanarar bera ótta fyri, at USA fer at missa fleiri av sínum sameindu.
-Tað er ørkymlandi, at tað eru bara amerikanararnir, sum halda, at kríggið í Irak hevur hjálpt, sigur Madeleine Albright, sum var uttanríkisráðharri í Clinton-stjórnini, og sum hevur staðið á odda fyri kanningini.
Kanningin vísir eisini, at burtursæð frá amerikanarunum sjálvum halda tey flestu lítið um George W. Bush, forseta, og í teimum muslimnsku londunum, sum eru við í kanningini, er Osama bin Laden betur umtóktur enn amerikanski forsetin.
Madeleine Albright heldur kanningina vísa, at tað gamla samstarvið ímillum USA og Evropa er broytt og er vorðið eitt slag av kapping. Tað er eisini nakað, sum bendir á, at so er, tí í kanningini sigur meirilutin av teimum spurdu í NATO-londunum Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi og Turkalandi, at Vesturevropa eigur at ganga egnar leiðir, tá talan er um trygd og diplomati.
Oljan var málið
Londini, sum eru við í kanningini, eru USA, Frakland, Bretland, Týskland, Russland, Marokko, Jordan, Turkaland og Pakistan. Kanningin varð gjørd undan atsóknini í Madrid í síðstu viku.
Í kanningini sæst, at tað eru bara amerikanararnir, sum trúgva George W. Bush, forseta, tá hann sigur, at amerikanska málið er at virka fyri demokratii í heiminum, og í seks av hinum átta londunum er meirilutin av teirri áskoðan, at amerikanska málið við álopinum á Irak var at fáa ræði á iraksku oljuni. Tað halda 48 prosent av teimum spurdu í Russlandi eisini.
Ein stórur meiriluti av teimum spurdu í Fraklandi, Russlandi, Týsklandi, Pakistan, Turkalandi og Jordan siga, at amerikanska stjórnin leyg um hópoyðingarvápnini hjá Irak, og í Jordan og Marokko sigur ein stórur meiriluti, at sjálvmorðsbumbumenn hava fullan rætt til at søkja at amerikanarum og øðrum vesturlendingum í Irak. Tað halda 46 prosent av teimum spurdu pakistanunum eisini.