Herskip úr USA og Suðurkorea fóru í nátt undir eina felags venjing í Japanska Havinum. Í venjingini eru ein flogberi, tríggir oyðarar og meiri enn 200 stríðsflogfør. Kina hevur mótmælt venjingini, og í Norðurkorea hevur stýrið hótt við kjarnorkukríggi ella øðrum svari, um flotavenjingin ikki bleiv avlýst.
Sum skilst eru norðurkoreanar serliga illir um, at tann kjarnorkurikni amerikanski flogberin USS George Washington er við í venjingini.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, ákærdi fríggjadagin Norðurkorea fyri at reka ein vandafullan politikk. Hon legði afturat, at USA fer at stuðla Suðurkorea 100 prosent, til grannin fyri norðan leggur á annan bógv.
Norðurkoreanska uttanmríkisráðið segði í gjár, at landið er til reiðar at tingast, men at tað fer at brúka vald, um tað gerst neyðugt.