USA kemur í penganeyð

Tann almenna skuldin hjá USA er vorðin so stór, at verður einki munagott gjørt við tað skjótt, verður trupulleikin so stórur, at hann rættast ikki, og so kann USA koma í penganeyð innan tíggju ár.

Hesa døpru myndina málaði danski búskaparfrøðingurin Jørgen Møller Ørstrøm í einum fyrilestri, sum hann helt nú um dagarnar.

Jørgen Møller Ørstrøm, sum arbeiðir hjá ISEAS, Institute of Southeast Asian Studies í Singapore, segði í fyrilestrinum, at tað fær stórar avleiðingar fyri danska vinnulívið, um amerikanararnir ikki taka sær um reiggj og venda gongdini.

Sambært danska búskaparfrøðinginum verða amerikanarar noyddir at fremja størri sparingar, enn eitt nú tað illa stadda Grikkaland hevur gjørt.

Jørgen Møller Ørstrøm vísti í fyrilestrinum á, at eina og aðrastaðni liva fólk í USA longri enn fyrr, og at útreiðslurnar til heilsuverk og almannaverk tí fara at veksa nógv.