Ovastin fyri irakska stjórnarherinum heldur, at USA eigur ikki at taka sínar hermenn úr Irak innan árslok næsta ár, soleiðis sum teir politisku leiðararnir í Bagdad ætla. Babakar Zebaris, generalur, sigur, at irakski herurin verður ikki førur fyri at átaka sær uppgávurnar hjá amerikanska herinum longu um hálvtannað ár.
Tvørturímóti heldur hann, at irakski herurin verður ikki klárur til uppgávuna fyrr enn í 2020.
Amerikanska stjórnin hevur sagt, at amerikanska hermannatalið í Irak kemur niður á umleið 50.000 tann 31. august. Sum er hevur USA umleið 60.000 hermenn í Irak.