Erik Jensen úr Siumut-flokkinum, sum er grønlendskur fíggjarmálaráðharri og vara landsstýrisformaður, heldur, at vantandi virðingin, sum USA vísir Grønlandi, er ræðulig, sum hann tekur til.
Hann fylgi røðuni hjá amerikanska forsetanum til kongressuna í nátt, og heldur, at bæði boðskapurin og framferðarhátturin var ódámligur, og hetta sigur hann í samrøðu við Sermitsiaq.
- Vit sóu, hvussu tað varð flent, tá forsetin nevndi Grønland. Hetta váttar, at har er eingin virðing fyri okkum. Vit hava víst virðing og ynski um at samstarva, men atburðurin er órógvandi, sigur Erik Jensen.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, hevur fleiri ferðir sagt, at Grønland er ikki til sølu, og at framtíðin hjá Grønlandi skal avgerast av fólkinum.
- Kortini heldur Donald Trump fram við at tosa um at fáa eftirlit við Grønlandi, sigur Erik Jense, sum er samdur við landsstýrisformanninum í sínum útsagnum um Grønland.
Erik Jensen sigur, at grønlendska fólkið má standa saman og noyðist at tryggja sær, at eingin stingur av við landinum.
- Vit hava áður sæð USA sum ein sameindan, men eftir nýggjár hevur støðan verið órógvandi, sigur hann við grønlendsku heimasíðuna.
Hann leggur aftrat, at Grønland eigur at tosa við sínar sameindu fyri at styrkja samstarvið, men hinvegin noyðist Grønland eisini at hava samskifti við USA.
- Vit noyðast at hitta forsetan og gera honum okkara boðskap greiðan - eisini sjálvt um hann kanska ikki fer at lurta eftir okkum, sigur Erik Jensen.