Ruðuleiki valdar í USA, eftir at óvanliga hørð vetraródn hevur rakt landið.
BBC skrivar, at umleið 200 milliónir fólk í USA á jólum uppliva arktiska luft og nógvan vind, og einstøk støð kann kuldin koma heilt niður í 50 kuldastig. Higartil hevur ódnin kostað 19 fólkum lívi.
Almenna amerikanska veðurtænastan roknar við, at um hundrað kuldamet kunnu verða sett kring USA á jólum. Kuldin er ringastur í norði og eystri, men hann rakar stóran part av landinum – eisini har suðuri í USA. Eitt nú verður roknað við, at Florida í dag fer at seta nýtt kuldamet.
Kuldi, kavi og vindur ávirka ferðslu á vegum, loftvegis ferðasamband og ymiskar veitingar. 5700 flogferðir eru útsettar ella avlýstar, nógv ferðsluóhapp hava verið, og 1,5 milliónir húsarhald og fyritøkur hava mist streymin.
– Hetta eru ikki kavadagur, sum tá ið tú vart barn. Hetta er álvarsamar fráboðanir um vandamikið og hóttandi veður, segði amerikanski forsetin, Joe Biden, á tíðindafundi í gjár.