Amerikanski staturin ætlar í desember í ár at taka fyrstu kvinnuna av døgum í nærum 70 ár.
Lisa Montgomery kvaldi eina barnakonu til deyðis í Missouri í 2004, áðrenn hon skar pinkubarnið úr barnakonuni við einum køksknívi og slapp sær til rýmingar. Eftir ætlan skal Lisa Montgomery takast av døgum í Indiana 8. desember í ár.
Seinastu ferð amerikanski samveldisstaturin hevur tikið eina kvinnu av døgum, var í 1953, tá Bonnie Heady var send í gasskamarið í Missouri.
Í USA kanst tú verða rættarsóktur á samveldisstøði, altso í einum samveldisrætti, ella tú kanst verða rættarsóktur í rættarskipanunum hjá teimum einstøku statunum.
Amerikanski hægstirættur hevur áður sett forboð fyri deyðarevsing, og hóast tann avgerðin varð kollømd í 1976, og stjórnin í 1988 lóggav soleiðis, at deyðarevsing aftur var tøk hjá samveldisrættum, hevur eingin kvinna verið tikin av døgum síðan Bonnie Heady, og bert tríggjar deyðarevsingar eru framdar á samveldisstøði síðan 1988.
Um drápsmálið hjá Lisu Montgomery, sigur amerikanska løgmálaráðið sambært BBC, at hon í desember í 2004 koyrdi frá Kansas til heimið hjá Bobbie Jo Stinnett í Missouri eftir sigandi fyri at keypa ein hundahvølp. Tá Montgomery var komin innar, leyp hon á Stinnett, sum hevði ein mánaða til termin, og kvaldi hana, til hon misti vitið.
Montgomery fekk fatur á einum køksknívi, sum hon brúkti til at skera í búkin hjá Stinnett við. Hetta hevði við sær, at Stinnett raknaði við, og Montgomery kvaldi hana síðani til deyðis.
Montgomery tók síðani fostrið ella pinkubarnið úr Stinnett, tók tað við sær og lat sum um, at tað var hennara egna.
Montgomery var dømd til deyðis í 2007, men verjar hennara vildu vera við, at hon hevði fingið heilaskaða av at vera bukað sum smágenta, og tískil bar ikki til at døma hana til deyðis.