USA hevur framt krígsbrotsverk. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum felagsskapurin Læknar fyri mannarættindum hevur skrivað, og sum varð almannakunngjørd í gjár.
Frágreiðingin er grundað á tað, sum læknar hjá felagsskapinum hava skrivað eftir at hava kannað fólk, sum hava sitið í Abu Ghraib-fongslinum í Irak, fangaleguni í Guantanamo í Kuba og í amerikonskum fangalegum í Afghanistan.
Frágreiðingin, sum sambært Læknum fyri mannarættindum er tann fyrsta av sínum slagi, lýsir millum annað, hvussu fangar blivu slignir og bukaðir, píndir við elektriskum stoyti, niðraðåir kynsliga og illa viðfarnir á annan hátt.
-Vit funnu greið prógv fyri likamligari og sálarligari píning, sum ofta alvdu til varandi mein, sigur Allen Keller við CNN. Hann var ein av læknunum, sum kannaðu fangarnar.
Heryvirmaðurin Antonio Tabuga, sum stóð fyri kanningunum aftan á tær ræðandi myndirnar úr Abu Gharib-fongslinum, hevur skrivað inngangin til ta nýggju frágreiðingina.
-Tað er eingin ivi um, at verandi stjórn framdi krígsbrotsverk. Tann einasti spurningurin er, um teir, sum góvu boð um at pína fangar, verða revsaðir, skrivar generalmajorurin í innganginum.