Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, leggur nú USA undir at hjálpa einumn yvirgangsmanni, so hann sleppur undan rættarsókn. Talan er um tann 77 ára gamla útlagna kubanan Luis Posada Carilles.
Myndugleikarnir í Venesuela siga, at tað var Carriles, sum skipaði fyri, tá eitt kubanskt ferðamannaflogfar varð sprongt í luftina nærhendis Barbados í 1976. Øll tey 73, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Harafturat er Carrilis lagdur undir at hava skipað fyri einari morðroynd ímóti kubanska forsetanum, Fidel Castro, í Panama fyri fimm árum síðani.
Fyri fýra mánaðum síðani varð Luis Posada Carriles tikin í USA, tí hann var komin hagar uttan innferðarloyvi. Síðani hevur Venesuela kravt at fáa hann útflýggjaðan, men týsdagin vísti ein amerikanskur dómstólur kravinum frá sær. Dómstólurin segði seg bera ótta fyri, at maðurin verður píndur, verður hann sendur til Venesuela ella Kuba. Venesuelsku myndugleikarnir eru í øðini um avgerðina, og Hugo Chavez leggur George W. Bush, forseta undir at verja ein yvirgangsmann.
Luis Posada Carriles arbeiddi í mong ár fyri amerikonsku fregnartænastuna CIA, og hann var við, tá amerikanarar royndu at fella Castro í 1961. Skjøl, sum eru komin undan kavi, vísa, at Carriles fekk løn frá CIA til 1976. Skjølini vísa eisini, at Carriles var uppií, tá kubanska flogfarið bleiv sprongt við Barbados í 1976.









