USA: Færri biðja um arbeiðsloysisstuðul

Í síðstu viku var talið á amerikanarum, sum søkja arbeiðsloysisstuðul, tað minsta í fýra ár, og tað er enn ein ábending um, at tað gongur tann rætta vegin við amerikanska búskapinum.

Arbeiðsmálaráðið í Washington sigur, at 357.000 fólk søktu um arbeiðsloysisstuðul í síðstu viku. Tað var 6.000 færri enn í næstsíðstu viku og tað minsta síðani apríl í 2008.

-Samanbera vit talið við onnur tøl frá arbeiðsmarknaðinum, so vísa tey, at arbeiðsmarknaðurin veksur støðugt, sigur búskaparfrøðingurin Stan Shipley hjá ISI International Strategy and Investment við fjømiðlarnar.

Búskaparfrøðingar vænta, at 200.000 arbeiðspláss komu afturat í mars. Heldur tann metingin, var mars tann fjórði mánaðurin á rað við vøkstri, og tað styrkir Barack Obama, forseta upp undir valið í heyst, skrivar Reuters.