USA endurskoðar lógirnar um dálking

Í USA fer Barack Obama, forseti, at tosa við demokratiskar og republikanskar kongresslimir fyri at vita, um tey, sum verða rakt av oljudálking, eru nóg væl vard í galdandi lóggávu.

Obama hevði í dag fund við leiðararnar í Kongressini. Aftan á fundin segði hann, ar galdandi lógir eru ikki tíðarhóskandi, tí tær blivu orðaðar og samtyktar, áðrenn oljuvinnan fór út á djúpt vatn at leita eftir olju. Forsetin legði afturat, at teir báðir flokkarnir eru samdir um at endurskoða galdandi lógir við framtíðini fyri eyga.

Fleiri amerikanarar hava funnist at forsetanum, tí teir halda, at hann ger ov lítið fyri at hjálpa teimum, sum eru rakt av teirri stóru oljudálkingini við Meksikoflógvan.

Sjálvur heldur Obama, at hann ger tað, sum gerast kann, og hann endurtók, at BP skal rinda teimum, sum eru rakt av dálkingiui, munagott endurgjald.