Í kvøld hevur Uruguay vunnið finaluna um suðurameriskanska meistaraheitið í fótbólti. Finalan var ímóti Paraguay, og Uruguay vann dystin 3-0.
Tað vóru tvey av smáu suðuramerikansku londunum, sum høvdu spælt seg í finaluna. Stóru londini og favorittarnir, Brasil og Argentina, vunnu ikki fram millum tey fremstu í kappingini, sum varð hildin í Argentina.
Uruguay var betra liðið í finaluni og vann uppiborið 3-0. Tað vóru kendastu spælararnir hjá Uruguay, sum syrgdu fyri málunum. Luiz Surez skoraði til 1-0, og Diego Forlan skoraði hini bæði málini.
Hóast Uruguay er lutvíst lítið land við 3,6 millión innbúgvarum, er landið nú tað mest vinnandi landið í Copa America. Sigurin í kvøld er tann 15. hjá Uruguay, og tað er ein meira enn Argentina. Brasil hevur vunnið Copa America átta ferðir.