Upptaktsprát: Mikkjal Hentze og Heðin Askham (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvat leikbannaði AB-arin, Mikkjal Hentze og EB/Streyms-venjarin, Heðin Askham søgdu áðrenn fjórðingsfinaluna

Klokkan 18 byrjar fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum AB og EB/Streym úti í Vika á Argjum.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Teitur Joensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

Undan dystinum prátaði Tróndur Arge við leikbannaða Mikkjal Hentze hjá AB, og Tróndur prátaði eisini við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham.

 

Báðir vænta ein beinharðan dyst, har arbeiðast skal hart fyri sigrinum. Heðin Askham staðfestir í samrøðuni, at steypakappingin er ein spennandi avbjóðing, men landskappingin vigar tyngri hjá EB/Streymi. Mikkjal Hentze sigur eisini, at landskappingin vigar tyngri hjá AB, men vegurin til Evropa er sjálvandi ein góð gularót í steypakappingini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Hentze og Heðin Askham.