Upptakt: Støðan í kvinnufinalunum er vend upp og niður

Einki er avgjørt í kvinnufinalunum, eftir at Kyndil mótprógvaði serfrøðini

Ímeðan mansfinalan gjørdist just so spennandi og øll høvdu væntað, so vendu kyndlakvinnur púra upp og niður á kvinnufinalurnar.

Kyndil tók nevnliga allar serfrøðingar – og vestmenningar – á bóli, og fingu eitt sera gott úrslit burtur úr fyrri finaluni, ið Kyndil vann 19-16.

 

Kyndlaliðið sýndi fram eina sera ídna og áræsna verju, ið legði eitt øgiligt tryst á skjúttarnar hjá VÍF. Hetta tóktist at leypa kvøkk á VÍF, ið ongantíð av álvara fekk álopsspælið hjá sær at flóta. Tá ið vestmannakvinnur so endiliga komu til møguleikar, forðaði eitt framúr flott málverjuavrik frá Maju Dragoljubovic fyri teimum.

 

Nú er útgangsstøði hjá báðum liðum vent á høvdið. Nú eru tað vestmannakvinnur, ið skulu hugsa av nýggjum fyri at finna vápn móti sterku kyndlaverju.

Og nú eru tað Kyndlakvinnurnar, ið skulu royna at halda støðið í verjuni og halda fram við tí spælinum sum hevur eydnast.

 

Kortini skulu vestmannakvinnur eisini byggja víðari á eitt góðkent verjuavrik, og helst leggja eitt sindur afturat skjótálopsmøguleikunum, ið standast av hesum.
Álopið skal tó betrast munandi, og spennandi verður at síggja um vit síggja nýggjar royndir at loysa kyndlaverjuna upp leygardagin. Tað er ikki óhugsandi at vit fara síggja sjey VÍF-leikarar í álopinum.

 

Kyndlakvinnur prógvaðu at tær fáa steðgað stóru skjúttunum hjá VÍF, men álopið var ikki lýtaleyst. Hetta skal helst eisini betrast nakað, tí neyvan ber til at halda VÍF niðri á 16 málum tveir dystir á rað. Tær skulu eisini vera til reiðar til andgerðina, ið VÍF væntandi kemur við, samstundis sum tær aftur skulu leggja stóran dent á skjótálopið hjá sær, tí vestmannaverjan er stinn tá hon er komin á pláss.

 

Yvirhøvur er dysturin sera torførur at spáa um, og tað er ikki vist at VÍF longur hevur favorittleikutin. Fyrra finalan reisti helst fleiri spurningar enn hon svaraði, so spennandi verður um hetta endurtekur seg aftur leygardagin í Vestmanna. Ein triðja finala er ikki óhugsandi. Í roynd og veru er einki óhugsandi longur í kvinnufinalunum.

 

Tað frættist úr bæði Kyndils- og VÍF-legunum at allir leikarir frá mikukvøldinum eru til reiðar, og eingin stríðist við meira enn vanliga eymleikan eftir dyst.

 

Seinna finalan verður leikt leygardagin 21. apríl klokkan 16.00 í høllini í Vestmanna.

Heri Petersen og Dánjal Samuelsen døma dystin.

Verður tørvur á eini triðju finalu, verður hon leikt sunnudagin 22. apríl klokkan 16.00 í Vestmanna.

 

Rás 2 varpar dystin út beinleiðis og eisini ber til at fylgja við beinleiðis tekstafrásøgn á in.fo