Landsstýrismaðurin í vinnumálum er ikki í iva um, at nýggja uppskotið um loysn á ósemjum á arbeiðsmarknaðinum er stig rætta vegin.
? Út frá øllum ósemjum, sum hava eyðkent bæði privata og kanska serliga almenna arbeiðsmarknaðin seinastu árini, eri eg sannførdur um, at nýggja uppskotið er avgjørt eitt stig rætta vegin, sigur Bjarni Djurholm.
Spurdur, um tað er rætti hátturin at lóggeva fyri einum føstum gerðarrætti, heldur enn at lata feløgini sjálvi á arbeiðsmarknaðinum koma til sættis um at seta ein fastan gerðarrætt á stovn, svarar Bjarni Djurholm, at tíðin hevur víst, at partarnar hava havt sera ilt við at semjast um ein fastan gerðarrætt, og tískil má tað almenna ger sítt til, at ferð kemur á málið við at seta ein stovn, ið skjótt og greitt kann avgreiða ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
Arbeitt leingi við málinum
Landsstýrismaðurin sigur, at arbeiðið við einum føstum gerðarrætti hevur leingi verið í umbúna.
? Vit høvdu av fyrstani tíð eina nevnd við umboðum fyri báðar partar á arbeiðsmarknaðinum, men tað arbeiðið datt niðurfyri, og síðan hevur umsitingin arbeitt víðari við málinum, greiðir Bjarni Djurholm frá.
Fyrsta uppskotið um loysn á trætum varð fyri tveimum árum síðani sent feløgunum á arbeiðsmarknaðinum, men tá fekk tað kalda móttøku, og tí varð ikki farið víðari við málinum. Nú verður so roynt aftur, og landsstýrismaðurin vónar, at meira spyrt burturúr hesaferð.
? Vit hava seinnu árini havt fleiri mál, eitt nú Brimlamálið, sum átti at sannført partarnar, at neyðugt er við einari regulering á arbeiðsmarknaðinum, og tí er tað mín vón, at uppskotið fær betri móttøku hesaferð, sigur Bjarni Djurholm
Spurdur, um hann væntar, at fakfeløgini fara at geva ilt av sær, nú verkfalsrætturin møguliga verður tikin frá teimum, svarar landsstýrismaðurin, at tað er ringt at siga, men bæði partarnir á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum áttu at sæð, at fasti gerðarrætturin er eitt positivt aktiv fyri partarnar.
? Spyrt tú umboð fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar í Norðanlondum, so svara tey bæði, at arbeiðsrætturin hevur verið eitt postivt aktiv hjá teimum, og tá arbeiðsmarknaðurin í norðurlondum er ein mest reguleraðu, dugi eg ikki at síggjam at vit ikki skulu flyta okkum sama veg. greiðir Bjarni Djurholm at enda frá.