Løgreglan varð boðsend oman í miðbýin í Havn beint fyri klokkan trý í nátt, tí onkur ætlaði at seta eld í nakrar plakatir. Tá løgreglan kom á staðið var eitt lítið horn á eini plakat litað av eldi, so tað hendi ikki meira við tí.
Men nógv fólk vóru í býnum, og tey vóru eisini leingi í býnum.
– Tað var sum eitt ólavsøkukvøld, so nógv fólk vóru í býnum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Í gjár var eisini pride-skrúðgongan, og har gekk alt av fínasta slag, og har vóru sera nógv fólk, sigur vaktleiðarin.
Viðvíkjandi knívinum sum var á lofti á Tórsfest, so er løgreglan ikki komin nærri tí málinum.
Lesið eisini: Stungin í lærið á Tórsfest
– Um tað er onkur, sum ivast í at ringja til okkara, so heita vit á øll, sum kunnu siga okkurt eitthvørt, um at ringja, sigur vakleiðarin.
Hóast nógv fólk, so hevur tað verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni. Í einum føri kom ein klaga um ov harðan tónleik í einum grannalag. Tað var eftir klokkan eitt í nátt.