Uppskot til byggilóg sent til hoyringar

Uppskot til løgtingslóg um bygging av bygningum og annað (Byggilógin) er nú sent til hoyringar fyri aðru ferð. Uppskotið var fyrstu ferð sent í almenna hoyring í februar 2010, og í tí sambandi varð eisini skipað fyri kunningarfundi á Hotel Hafnia 8. februar 2010.

Í fyrru hoyringini móttók Innlendismálaráðið viðkomandi viðmerkingar frá fleiri hoyringspørtum, og hevur ráðið nú tillagað uppskotið við støði í teimum viðmerkingum. Eftirsum talan er um stóra nýskipan á lógarøkinum innan bygging, hevur Innlendismálaráðið mett, at rættast er at senda tillagaða lógaruppskotið í almenna hoyring enn einaferð.

Endamálið við lógaruppskotinum er framvegis at skapa varandi lógarkarmar og neyðugt heimildargrundarlag at smíða kunngerðir, sum meira ítøkligt skulu regulera ymisku viðurskiftini innan bygging av bygningum fyri at tryggja dygdargóða bygging. Hesar kunngerðir verða gjørdar stigvíst og settar í gildi, so hvørt sum tær verða lidnar.

Hoyringsfreistin er ásett til 7. februar 2011, sigur Innlendismálaráðið í skrivi.