Tað eru 20 ár síðani teir 4, ið teljast sum upprunamanning í kenda rockbólkinum, Black Sabbath, síðst vóru saman á palli.
Men nú hendir tað aftur eina seinastu ferð, vita útlendskir miðlar at siga.
Ozzy Osbourne og hinir hittast til eina síðstu framførslu.
Talan er umsonevndan ein-dags rockfestival, Back to the Beginning. Ið Villa Park í Aston, Birmingham tann 5. Juli, sama yur, har Black Sabbath byrjaði í 1968.
Sangarin í bólkinum, Ozzy Osbourne, hevur ikki verið nógv á palli, síðani hann fekk staðfest Parkinson sjúku í 2020, men til komandi konsetina fer hann fyrst á pall við sínum egna tilfari eina løtu, innan hinir í gamla bólkinum eisini trína á pall, og Black Sabbath sostatt enn einaferð, kanska seinastu ferð, eru sameindir aftur á palli.