Upplivingardagur í Suðuroy

Leygardagin 2. Juni, og nakað væl út á náttina, skipar nýstovnaða Suðuroyar Kappróðrarfelag fyri mentanardegi í Suðuroy.

Í hesum sambandi verða tiltøk bæði í Hvalba, á Tvøroyri og har um leiðir og suðuri á oyggj í Vági og har um leiðir.

Tey leggja fyri leygarmorgunin, við einum gongutúri til Hvannhaga, sum er eitt hitt náttúruvakrasta plássið í landinum.

Túrurin er lættur at ganga hjá fólki, sum bara hava hampuliga góða heilsu.

Ferðaleiðari verður við, sum kann greiða fólki frá um støðini, ið vitjað verða. Tey, ið heldur vilja njóta túrin sjóvegis, fáa eisini møguleikan við Thorshavn, sum siglur norður til Hvannhaga.

Í Hvalba verður høvið at royna at síga og í Vági verður skipa fyri gongutúri við søgufróa Mortani Holm í Porkeri sum ferðaleiðara.

Um kvøldið verður sjálvtøkuborð á Bakkanum í Vági og á Seglloftinum á Tvøroyri og báða staðni verður undirhald ímeðan borðhaldið er.

Seinni um kvøldið verður stórur dansur í ítróttarhøllini í Trongisvági, har fýra bólkar, sum hava tilknýti til Suðuroy, fara atr spæla.

Teir eru Trio, Hans Jacob og Vinmenn, Jens Lisberg við orkestrið og Traffic.

Hendan sama leygardagin er ársins fyrsti FM róður á Norðoyastevnu og suðuroyingar eru ógvuliga spentir eftir at vita, hvussu tað fer at hilnast hjá nýggja felags tíggjumannafarinum, Suðuroyingi.

Og róðurin fer at verða vístur á stórskíggja bæði á Bakkanum og Vági og í Klubbanum á Tvøroyri.

Onnur tiltøk verða eisini, sum ikki eru greið enn.

Myndina av Hvannahaga tók Erik Christensen.