Upplýsandi minningarhald uttanfyri Løgtingið

Í morgin, fríggjadagin verður ein upplýsingartiltak, ella minningarhald uttanfyri Løgtingshúsið í Havn.

Hetta verður eitt tiltak av tí meiri friðarliga og sermerkta slagnum, men fyri tað er ikki sagt, at tað hevur minni slagkraft fyri tað.

Tiltakið byrjar klokkan klokkan 10 í morgin, tá ið tey fara at tendra ljós á vøllin uttanfyri Løgtingshúsið, skriva tær báðar, Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen, á listablogginum hjá sær.

- Tá ætla nakrir harmir borgarar at seta ljós á vøllin at upplýsa Tinghúsið siga tær.

Og tað gera teir til minnis um Landsbankan, Marknagilsdepilin, sum nú skinklar í sínum grundvølli, ein fimtapart av mentanarstuðlinum, samhaldsfestið og mangt annað gott, sum plagdi at merkja upplýsta fólkaræðið Føroyar, siga tær.

Hetta upplýsingartiltakið verður í morgin, 14. desember, ið eftir øllum at døma verður dagurin, vit missa Landsbankan.

- Upplýsingartiltakið varir allan dagin frá klokkan 10 fríggjamorgunin, tá 3.viðgerð av málinum um avtøku av Landsbankanum byrjar.