Uppflytingardámur í ÍF Føroyum

Bæði besta mansliðið og kvinnuliðið kann flyta upp við sigri í dag

Tað luktar av uppflyting í útisetafelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyum. Bæði mansliðið og kvinnuliðið kunnu flyta upp í hægri deild við sigri í dag. Bæði liðini vunnu farna vikuskiftið, meðan kappingarneytarnir snávaðu.

 

Niels Strøm Rødgaard er venjari hjá mansliðnum, sum spælir móti FC Udfordringen, ið ikki hevur tapt í tíggju dystum. Tú kundi sagt, at hetta er fyrsti av tveimum dystarbóltum.

 

- Fyri fyrstu ferð í øldir er talan ikki um ein "vind-eller-forsvind" dyst, so vónandi ger hetta at okur kunnu spæla lutfalsliga meira frítt. Mótstøðuliðið leygardagin hevur tó ikki tapt í 10 dystir á rað, so nú er upp til okkum at finna uppskriftina til at knekka teir. Men okur eru klárir og spentir til uppgávuna, og fara ”all-in” eftir at tryggja okum uppflytingina áðrenn síðsta dyst, sigur Niels Strøm Rødgaard.

 

Hjá kvinnum er kravið ein sigur. Tær møta FB 2, sum liggur á øðrum plássi, meðan kvinnurnar hjá ÍF Føroyum liggja á triðja plássi. Hetta er seinasti dysturin í hesum kappingarárinum, so kravið er ein sigur. Tórður Hentze, venjari, sigur at kvinnurnar eru til reiðar at flyta upp.

 

- Okkara vónir eru altíð góðar. Kvinnurnar stríđast til venjingingar og dystir. Tær hava ein óhugnaligan vilja, ið altíð lýsir upp á vøllinum. Vit eru í einum sera góðum stima fyri tíðina, og vinna vit sunnudagin, so flyta vit upp í eina hægri deild. Bæði eg og kvinnurnar eru til reiðar at flyta upp, so er bara at gera tað, sigur Tórður Hentze.

 

Bæði liðini spæla á útivølli í hesum umfarinum, men tað er møguleiki fyri tveimum uppflytingum.