Leygardagin vóru fólk í Lítlu Dìmun eftir seyði, og sigast má, at skurðurin er
sera góður í ár.
Besta lambið, sum var tikið, var eitt veðurlamb uppá 47 kg livandi vekt. Og
besta ærin vigaði heili 67 kg livandi. Hetta er sera gott fyri Lítlu Dìmun.
Eisini var nógvur seyður í oynni í ár, nógv lomb. Hetta bar í sær, at heili
10 lomb vóru uppá hvørja gyllin, og er hetta met.
Hóskvøldið kl 20 verður so vælumtókta uppboðsølan, har nakrir seyðir verða
seldir til hægstbjóðandi. M.a. eru bæði besta ær og lamb á listanum yvir
seyðir til sølu.
Til ber at síggja meira um uppboðsøluna á www.ldimun.com










