- Tað er upp á tíðina, at politikarar vísa eitt sindur av samfelagssinni.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya, tekur fult undir við tankanum hjá Kára P. Højgaard um at politakarar skulu niður í løn.
Hon hevur javnan og savnan átalað politikarar fyri at teir ongan vilja vilja vísa til sjálvir at ganga á odda í teimum krepputíðum, sum eru, samstundis sum teir alsamt díkja fólk undir í brúkaragjøldum og avgjøldum, sum hon hevur málborið seg.
Tí tekur hon væl ímóti tankanum hjá formanninum í Sjálvstýrisflokkinum.
- Eg haldi at tað líkist ongum, at politikararnir alla tíðina díkja borgaran undir í sparingum, eykaskatti av alskyns slagi, samstundis sum teir sjálvir ongan vilja vísa yvirhøvur.
Ingeborg Vinther vísir á, at tað verður dýrari og dýrari at liva. Samstundis verða brúkagjøld og avgjøld av øllum handa slagi løgd á borgaran.
- Tað verða fleiri og fleiri byrðar lagdar á borgarnar, men sálvir vísa politikarar ongan vilja til at spara.
Hon minnist, at politikarar hava harmast um, at lønin hjá teimum hækkaði 3% í fjør, akkurát, sum hjá øðrum alment settum.
- Hetta er hykl, tí tað er ongin, sum tvingar teir at taka ímóti eini lønarhækking, sigur hon avgjørd á málinum.
Politikararnir hava ongantíð víst nakað samfelagssinni, so lat teir endiliga vísa nakað sjálvir, sigur hon, so nú heldur hon, at teir skulu bara taka undir við uppskotinum hjá Káa P.Højgard.
Heldur tú, at tað hevði gjørt tað lættari at borgarum at góðtikið sparingar og onnur inntriv, um so var, at politikarar sjálvir vístu vegin og fóru niður í løn?
- Tað veldst um, hvørjar sparingar og teir gera og, hvørji inntriv, teir seta í verk. At teir so ofta leggjast á pensjónistar og aðrar veikar bólkar í samfelagnum, kann ongantíð góðtakast.
Les eisini greinina: Løgtingsmaður vil fegin fara niður í løn