Upp á hægsta fjall í Andesfjøllunum

Hósdagin fara fimm føroyingar til Argentina at ganga upp á hægsta fjall í Andesfjøllunum nevnliga "Aconcagua" við sínum 6.960 metrum.

Aconcagua liggur á markinum millum Chile og Argentina. Føroyingarnir flúgva umvegis Madrid til Santiago í Chile, har teir steðga á í Santiago í 3 dagar. Síðani gongur leiðin við bussi til býin Mendoza í Argentina, har teir skulu møta sínum ferðaleiðarum. Ferðin niðan á fjallið byrjar 11. januar, og teir vóna at standa á toppinum 18 samdøgur seinni. Um tað eydnast teimum at koma niðan á, so er ætlanin at hevja "Merkið" og syngja fyrsta ørindi í føroyska tjóðsanginum, eins og teir gjørdu á Kilimanjaro og Mont Blanc. Teir fimm føroyingarnir eru Jón Fossá, Suni Lamhauge, Djóni Kunoy, Arne Vatnhamar og Brandur í Funningstovu.

..