Upp á gólv á Vaglinum

Í ár eru 30 ár liðin, síðani fyrstu ferð varð sungið á Vaglinum á ólavsøku, og seinnu árini er eisini vorðin fastur táttur at kvøða Ormin Langa, tá midnáttarsangurin er av

 
 

Um tíggju ella tólvtúsund fólk vóru savnaði á Vaglinum á midnátt ólavsøkukvøld. Longu um ellivutíðina, tá Frelsunarherurin hevði útimøti var stúgvandi fult av fólki og lýddi á teirra vakra song og vitnisburð.
So hvørt klokkuni nærkaðist midnátt vaks mannamúgvan. Áarvegurin, Vaglið, Tinghúsvøllurin, Tinghúsvegurin og Niels Finsensgøta, allastaðni var stúgvandi fult, og út í hvønn krók stóðu fólk. Ongantíð áður hevur undirtøkan verið so góð sum í ár.
Her vóru fólk av øllum slag savnaði - fólk við ymiskum lívsákoðanum og lívslagnum  - øll sungu sama lag og somu orð. Kenslan av felagsskapi er intens eina slíka løtu. Tað kendist, sum hoyrdu vit øll saman, og tað vóru helst fleiri enn eg, (blaðkv.) sum kendu eina gleði um at verða fødd í Føroyum og at hoyra til her.
Tað sjáldsama við hesi løtu er, at alt gongur so friðarliga fyri seg, eingi róp ella geipan, og eingin er, sum ger ónáðir.
- Tað var av tilvild, at hetta tiltakið byrjaði, sigur Ólavur Hátún, sum øll árini hevur leitt sangin.
Nakrir av sangarunum í Havnakórinum hittust tilvildarliga í býnum og tóku á at syngja. Fólk, sum vóru í býnum, vóru skjót at taka undir við sanginum, og soleiðis byrjaði hetta vælumtókta tiltak fyri 30 árum síðani.


Krevur sín mann


Tað varð eisini vanligt tá, at fólk eftir sangin slóu saman ring og dansaðu føroyskan dans. Tó gingu nógv ár, áðrenn hetta varð skipað, sum tað er í dag. Fólk dansaðu hvør í sínum lagi, sum best bar til og kvøddu ymisk kvæði.
Ólavur Hátún greiðir frá, at hann heitti á landsdansifelagið, Sláið Ring, um at finna ein fastan skipara, so dansurin kundi ganga betur.
- Hetta hildu vit vera eitt gott hugkot, og vit gjørdu av at biðja Petur Olivar í Hoyvík taka sær av at skipa føroyska dansin á ólavsøku, sigur Regin Eikhólm, sum tá var formaður í Sláið Ring.
- Til at skipa føroyskan dans í so stórari mannamúgvu krevst ein hollur og støðufastur skipari, og tað mettu vit Petur Olivar at vera. Hann hevur góða og fasta rødd og fer ikki av lagi, um onkur í  kenningini hevur hug at órógva hann, sigur Regin.
Á heimasíðuni hjá Sláið Ring skrivar Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðingur soleiðis:
?Skiparin er høvuðspersónurin í frásøgnini ella rættari framførsluni. Hann byrjar kvæðið ella vísuna, og hann byrjar øll ørindini. Hann setur sín serliga dám á dansin. Hann ger av tempo, hvussu høgt verður kvøðið, um kvøðið verður stillisliga ella harðligari, hann setur sín dramatiska dám á dansin við at brúka allar teir møguleikar, dansurin goymir í sær.
Atburður og háttalág við ørmum og kroppi og andlitsbrá hansara hava nógv at siga, fyri at skiparin kann fáa tað rætta sambandið við dansifólkið, so hann fær kvæðið undir fót, frásøgan eydnast og dansurin gongur væl?.
Tað var í 1996, at Petur Olivar fyrstu ferð skipaði á ólavsøku, og hevur hann skipað Ormin Langa hvørja ólavsøku síðani tá.
Teir, sum skipa fyri sangi og dansi á Vaglinum, eru sera vælnøgdir við tiltakið í ár. Sum nakað nýtt var til sangin spælt undir upp á harmoniku, og riggaði tað serstakliga væl og lyfti sangin, so fólk sungu væl við.
Tað var nakað nógv ferð á dansinum í byrjanini, men tað fekk skiparin bilbugt við, so hvørt dansurin leið. Hetta komst helst av, at sangløtan endaði við einum løttum kvæði, men møguliga eisini tí, at fólk duga Ormin Langa, eitt nú frá útgávuni hjá Týr, siga tey, ið hava skil fyri føroyskum dansi.


Føroyski dansurin


Fyrr í tíðini var vanligt, at kvøðið varð heima við hús um kvøldarnar, tá fólk sótu í roykstovuni, hvør við sínum arbeiði. Hetta var brúkt sum undirhald og fyri at lætta um arbeiðið.
Í gamlari tíð varð dansað í roykstovunum og seinni vórðu dansistovur bygdar.
Men í eini andaligari veking fyrst í seinastu øld, fekk føroyski dansurin eitt rættiligt slag fyri bógvin. Tey, sum tá komu til umvending, tóku seg burtur úr dansinum, tí tey hildu tað ikki vera rætt at dansa. Fleiri av hesum vóru av bestu kvøðarum, og í fleiri bygdum stóðu dansistovurnar nú tómar. Tað var soleiðis í fleiri bygdum, at saman við dansinum var nógv drekkarí og ólevnaður, og hetta liðu serliga kvinnurnar og børnini undir.
Men eisini var føroyski dansurin í harðari kapping við enska dansin, sum tiltalaði tey ungu meira enn tungi føroyski dansurin.
Tá vóru fólk, sum sóu, at varð ikki okkurt munagott gjørt fyri at føroyski dansurin ikki skuldi doyggja út, so varð honum neyvan lív lagað. Dansifeløg vórðu sett á stovn, og í nýggjari tíð er arbeitt fyri at fáa frálæru í føroyskum dansi í skúlanum.
Í dag er vanligt, at farið verður upp á gólv í skúlunum, og munnu tað vera fá børn, sum ikki taka lut í hesum aldargamla og fyri Føroyar serstaka siði.
?Tað er ikki greitt, nær og hvussu ringdansurin kom til Føroya, men kvæðadansurin, ið nú verður kallaður føroyskur dansur, er serstakur fyri land okkara. Um hetta er upprunaligur dansur í Føroyum, ella hann er komin higar aðrastaðni, er ikki heilt lætt at siga. Helst tað seinna, men so er spurningurin, hvussu og hvønn veg hann er komin. Dansur og kvøðing eru nevnd í einstøkum frásagnum um veitslur so tíðliga sum fyrst í 1600-talinum, men hvussu hann tá hevur verið troðin, vita vit heldur ikki heilt?. Hetta stendur at lesa um dansisøguna á heimasíðuni hjá Sláið Ring, www.slaid-ring.fo. Tað Eyðun Andreasen, sum professari í skaldskapi av manna munni, ið hevur skrivað.



<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p> </o:p>