Uni aftur á landsliðið

-

 

Heimasíðan hjá HB skrivaði sunnudagin, at enn ein leikari úr felagnum nú er tikin út til landsliðið.

Talan er um Una Arge, sum annars gavst við fótbóltinum, eftir at ymsar ósemjur vóru íkomnar í HB, sum hann vendi aftur til eftir trý ár í íslendskum fótbólti.

Nú hevur vandamikli framherjin so aftur funnið sær skógvarnar fram, og megnar hann aftur at vinna sær pláss á landsliðnum, kann hann aftur fara undir at jagstra Toda Jónsson á føroyska máltindinum.