OYL 23: Ungur svimjari skal bera vatnið

Tá Oyggjaleikir verða settir, hevur hvør oyggj sítt egna vatn viðheiman frá.

Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkarifrá hvørjari limaoyggj at koyra vatn í eitt felags kar

 

Í Føroyum hevur siðvenja verið at yngsta ítróttarfólkið beravatnið.

 

Til hesar leikirnir er 14 ára gamli svimjarin, Líggjas Joensenyngsta ítróttarfólkið, umboðandi Føroyar, og tí fær hann heiðurinat bera vatnið til Oyggjaleikasetanina.

 

Oyggjaleikirnir á Guernsey verða settir leygarkvøldið 8. juli kl. 18:30 á havnalagnum í St Peter Port.