Tað var um 20-tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan handtók ein 18 ára gamlan mann við eina kiosk í Jónas Broncksgøtu í Havn.
Maðurin hevði ein knív, sum hann hevði hótt við, men hann hevði ikki givið nøkrum likamligt mein. Løgreglan varð boðsend og handtók unga mannin.
Vaktleiðarin sigur í morgun, at juristur hjá løgegluni hevur hugt at málinum, men metir ikki, at grundarlag er fyri grundlógaravhoyring, ið annars var upp á tal.
- Eftir avhoyringar verður ungi maðurin tí leyslatin, helst út á fyrrapartin, sigur vaktleiðarin í morgun.
Lagt verður aftrat, at seinasta nátt annars hevur verið stak friðarlig, og løgreglan hevur havt lítið at gera úti í býnum.